Willie Hugh Nelson | |
---|---|
Føddur | 30. apríl 1933 Abbott Texas USA |
Yrki | Tónleikari, sangskrivari, rithøvundur, sjónleikari, aktivistur |
Trúgv | Metodist |
Foreldur | Myrle Marie (née Greenhaw) & Ira Doyle Nelson |
Børn | Paula Nelson |
Willie Hugh Nelson (føddur 30. apríl 1933 í Abbott, Texas í USA) er ein amerikanskur countrysangari og sangskrivari, rithøvundur, yrkjari, sjónleikari og kannabis-aktivistur. Han gjørdist kendur við sínum sokallaða "outlaw country" tónleiki í 1970'unum, og hevur framvegis ikoniskan status, serliga innan amerikanska poppmentan. Nelson hevur givið tónleik út síðani tíðliga í 1960'unum, og hann hevur framført kendar sangir sum "On the Road Again", "Highwayman", "Blue Eyes Crying In the Rain", "City of New Orleans", "Funny How Time Slips Away" og "Always On My Mind".
Hóast komin væl til aldurs so heldur Willie Nelson fram við at túrnera og upptraðka við konsertum og peningainnsavnan til vælgerandi endamál saman við øðrum kendum tónleikarum, m.ø. Bob Dylan, Neil Young, og Dave Matthews. Hann hevur eisini hildið fram við at gera nýggjar innspælingar, gjarna í nýggjum sjangrum, so sum reggae, blues, jazzi, fólkatónleiki og poptónleiki.